Hósdagin 10. januar vardi Guðrun Winther ph.d. ritgerð sína, ”Early Life Programming of Brain and Behaviour” á Århus Universiteti.
Granskingarráðið skrivar, at verkætlanin í stuttum snýr seg um, hvussu yvirvekt/fiti í móðurlívi kann ávirka metabolismuna og menningina av heilanum hjá barninum. Evnini vóru m.a: yvirvekt, fiti, T2DM (sukursjúka), epigenitikkur, neuroinflammatión, strongd og djóraatferð. Guðrun Winther hevur í sambandi við granskingina verið knýtt at sálarsjúkrahúsinum í Risskov, TNU.
Á gransking.fo stendur víðari skrivað um framløguna:
- Framløgan gekk væl, og fekk Guðrun Winther bestu ummæli fyri ritgerðina. Gregers Wegener, professari og ráðgevi, hevði eisini nógv rósandi orð at bera Guðrun og segði m.a., at granskingin hevði reist fleiri áhugaverdar spurningar og metti at granskingarverkætlanin við teimum ymsu spurningum hevði allýst grundleggjandi lívstílssjúkur, sum eru uppi í tíðini.