Guðrun syngur aftur í Føroyum

Næsta vikuskiftið fer Guðrun Sólja Jacobsen at hava framførslur í Havn og í Fuglafirði. Konsertirnar eru í sambandi við, at hon hevur givið nýggja fløgu út

Um eina viku kemur Guðrun Sólja Jacobsen til Føroya at hava tvær konsertir. Tær verða á dansistaðnum Rex í Havn og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Tað hevur verið nógv á skránni hjá Guðrun í Danmark seinastu tíðina. Hon gav fyrst í februar mánaði nýggja fløgu út, og hon hevur gjørt pr-arbeiði í sambandi við fløguna. Sølan av fløguni hevur gingið væl bæði í Danmark og í Føroyum, og tað ger stóran mun í Danmark, at fløgan hevur verið førd fram í sjónvarpslýsingum.
Á nýggju fløguni eru tulkingar av kendum sangum, men onkur einstakur nýggjur sangur er eisini á fløguni.

Úr at gera
Umframt nýggju útgávuna hevur Guðrun Sólja Jacobsen eisini verið nógv frammi í sambandi við kappingina Stjørna eitt kvøld, sum DR hevur skipað fyri seinastu vikurnar.
Guðrun kom allan vegin í finaluna, og hóast hon hevði eina sera góða framførslu í finlauni, vann hon ikki fram millum tey trý fremstu í kappingini.
Nú hevur Guðrun aftur stundir at koma heim til Føroya at hava konsertir, og næsta vikuskiftið verður møguleiki at hoyra hana syngja í Havn og í Fuglafirði.
Fríggjakvøldið 11. mars syngur Guðrun í Rex í Havn, og kvøldið eftir, tann 12. mars, verður hon at hoyra í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Showmenn spæla við
Síðsta summar hevði Guðrun Sólja Jacobsen onkra framførslu í Føroyum, har tónleikararnir í Showmonnum spældu undir hjá henni, og tað samstarvið eydnaðist so væl, at tað verður endurtikið næsta vikuskiftið.
Til tiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum er bæði konsert og dansur, fara Showmenn eisini at spæla til dans part av tíðini.
Forsøla er tiltakið í Fuglafirði, og atgongumerkini kunnu keypast á Shell-støðunum kring landið.