Guðrun Sólja á Tvøroyri

Um eina viku skipar TB fyri stórari páskakonsert í Høllini í Trongisvági. Konsertin byrjar klokkan 20, og verða framførslur frá Guðrun Sólju Jacobsen, Magna Christiansen og Evi Tommysdóttir Djurhuus.

 

Guðrun Sólja Jacobsen er uppvaksin á Tvøroyri, men konsertirnar í Føroyum eru seinastu árini vorðnar færri í tali. Men nú fáa suðuroyinga aftur høvið at hoyra Guðrun Sólju.