Seinasta útgávan av sangkappingini Stjørna í eitt kvøld skal sendast beinleiðis úr Århus. Hetta hevur nevndin í Danmarks Radio gjørt greitt.
Orsøkin er, at DR vil hava størri framleiðslu úti um landið, skrivar danska blaðið BT, men nevndin í DR vil ikki váttað, at samanhangur er millum teirra ynskja um størri framleiðslu úti um landið, og at Stjørna í eitt kvøld verður flutt úr høvuðsstaðnum og til Århus.
? Tað hevur leingi verið eitt ynski um at gera onkrar stórar sendingar uttanfyri høvuðsstaðin, og studio í Århus er tað størsta av sínum slagi, og tí kunnu vit fáa nógvar áskoðarar inn har, sigur Søren Terkelsen, undirhaldsstjóri í DR, við BT.
Guðrun roynir seg
Seinasta kappingin við Stjørnum í eitt kvøld verður millum luttakarar, sum hava gjørt vart við seg í undanfarnum kappingum.
Ein teirra er Guðrun Sólja Jacobsen, sum vann eina av kappingunum. Hin vinnarin við føroyskum ættarbondum, Gunnar Mikkelsen, verður ikki við í kappingini.
Øll tey átta innleiðandi umførini verða hildin í Århus, og finalan verður eftir øllum at døma hildin onkra aðrastaðni í Jyllandi.
DR vil ikki siga nakað um, hvussu nógv tað kostar at flyta kappingina úr Keypmannahavn og til Århus, men DR váttar, at tað verður nakað dýrari at halda kappingina í Jyllandi.