Guðrun og stúgvandi fult Seglloft

Sunnukvøldið 28. desember 08 hevði Guðrun Sólja Jacobsen konsert á Seglloftinum í heimbygdini Tvøroyri.

Tað er longi ímillum, at suðuroyingar, eins og føroyingar annars, hoyra sangfuglin, sum á sinni vann kappingina Stjerne For En Aften, og sum nú býr í Danmark. Men nú ein møguleiki var sunnukvøldið, so gjørdu sera mong av at leita sær á Segllofti, ið brátt var stúgvandi fult.

Ikki føroyingum líkt, so var fult av fólki longu hálvan tíma innan konsertin við Guðruni byrjaði. Og tá konsertin byrjaði, var Seglloftið so fult, sum tað sjáldan er til slíkar konsertir. Har var neyðugt við eyka borðum og stólum.

Og Planet herðaklapp vinnarin Anna Kirstin, og hennara fólk, duga at gera tað hugnaligt, so stemmningurin var beinanvegin í hásæti, tá ein væl uppløgd Guðrun byrjaði eina frálíka konsert, har Neil Joensen á guitari og Dagfinn Olsen á bassi spældu undir.

Síðani luttøkuna í Stjerne For En Aften, hevur verið ójavnt við ferðini á tónleikaleiðini, men Guðrun er ongantíð steðgað, og eitt tað seinasta er, at hon syngur á donsku útgávuni á nýggja Disney teknifilminum um Klokkeblomst, og er hetta eisini eitt slag av viðurkenning, tí fólkini handan Disney hava alla tíðina góðskumeting, og ikki ein og hvør sleppur at gera ymsu útgávurnar, tá filmarnir verða gjørdir á teim ymsu tungumálunum.