Guðrun Sólja Jacobsen fer leygarkvøldið 24. november á pallin á Skarv í Keypmannahavn saman við Neil Joensen og dananum Henrik ?Hylle? Nielsen. Neil Joensen er kendur frá ?Eyðun & Neil?. Neil og Henrik hava báðir áður spælt saman við Guðruni.
Síðan Guðrun vann ?Stjerne for en Aften? fyri 4 árum síðani hava Henrik og Guðrun spælt nógv saman til konsertir og dans. Eisini hava tey áður spælt saman á Skarv, har tey fyltu dansigólvið til tann ljósa morgun.
Tey trý fara á pallin á Skarv beint eftir miðnátt og hervið er lagt upp til eitt sera áhugavert kvøld í Keypmannahavn leygarkvøldið.