Týsdagin klokkan 12 fekk Guðrun Sólja Jacobsen studentahúgvuna á høvdið. Síðsta próvtøkan var í føroyskum og Guðrun ognaði sær eitt flott 10 tal. Og harvið fekk hon húgvuna á høvdið. Tummas í Dali, lærari, setti húgvuna á høvdið á songfuglinum, meðan familjan fegnaðist um hesa stórhending. Ein stórhending er tað hjá teimum flestu at fáa studentahúgvuna á høvdið, men hjá Guðruni er gleðin kanska størri, enn hjá teimum flestu.
Tá hon vann kappingina Stjerne for en aften hjá DR, hevði hetta við sær, at Guðrun mátti leggja skúlagongdina til viks. Og tað er ongantíð stuttligt, tá ein gongur 3. árið í miðnámsskúla. Eisini tá orsøkin er ein yrkisleið sum songstjørna á heimsins tónatindum, er hetta hugtungt.
Men Guðrun hevur verið til próvtøkurnar nú við skúlaársenda, hóast hon síðstu mongu mánaðirnar hevur ferðast aftur og fram millum Føroyar og Danmark í stjørnuørindum, heldur enn at lesa og ganga í skúla.
Guðrun hevur so at siga verið á ferð landanna milum síðani sigurin í stóru donsku sangkappingini. Mánadagin kom hon aftur úr Danmark av sangferð og settist at lesa, fyri at fara upp til próvtøku týsdagin.
Guðrun er ikki troytt av ferðingini, tí hon hevur vant seg við lívið á ferð.
- Men tað kann vera ringt at halda skil á klokkuni. Í morgun fór eg upp klokkan 6 ístaðin fyri klokkan 7, segði Guðrun áðrenn próvtøkuna týsdagin, og var annars líka rólig og sinnilig, sum vit kenna hana frá stórsigrinum í Forum.
Týsdagin seinnaart skuldi Guðrun skriva autografar hjá einum sponsori, CN-Wear, og síðani stóð endiliga studentafagnaðurin við familju og vinum á skránni.
Men stjørnuábyrgin kallar aftur og Guðrun er skjótt aftur á ferð og í august er fløgan við Guðruni tøk.
Sosialurin ynskir Guðruni og floksfeløgum tillukku við próvnum.