TÓNLEIKUR
Nógv bendir á, Guðrun Sólja Jacobsen eigur fitt av fjepparum í Danmark.
Á heimasíðuni hjá Stjerne for en aften hava ein rúgva av dønum ? saman við nógvum føroyingum ? skrivað eina heilsan til Guðruna, og tað eru ikki smáting, sagt verður um hana.
Danska blaðið B.T. ger nógv við Stjerne for en aften. Blaðið hevur millum annað tikin pulsin millum fólk í danska tónleikalívinum.
? Tað verður Guðrun ella Tarek, siga øll við B.T.
Guðrun sjálv er ovfarin av prátinum um, at hon er ein av favorittunum. Sjálv heldur hon Tarek Sidki vera favoritt.
Tarek Sidki hevur verið ósvikaligur sikkur bæði í undanumfarinum og hálvfinaluni. Hann hevur greitt sungið seg í finaluna, og dómararnir hava mestsum havt trupult við at finna nóg jalig orð, sum kunnu lýsa Tarek Sidki.
Hansara stílur liggur eitt fitt petti frá Guðruni Sólju. Sostatt skuldi grundarlag verið fyri einari spennandi kapping.
Á heimasíðuni hjá B.T. er ein quick poll kanning um, hvør fer at vinna finaluna í Stjerne for en aften.
Í skrivandi stund liggur Guðrun har á einum øðrum plássi ? sjey prosent aftanfyri Tarek Sidki.
Vinnur hon ikki fríggjakvøldið, so sigur Guðrun seg ikki fara at falla í fátt.
? Verður tað ikki til ein plátusáttmála, kundi eg hugsað mær at funnið ein bólk at spælt saman við, sigur hon við BT.
1.390.000
Stjerne for en aften verður í ár sent fyri aðru ferð. Áhugin hevur allatíðina verið stórur.
Danmarks Radio upplýsir á heimasíðuni, at ikki færri enn 1.390.000 hyggjarar fylgdu við, tá Guðrun og hini luttóku í hálvfinaluni. Bert Nikolaj og Julie og TV-Avisen savna fleiri hyggjarar.
Og tey gott 5.000 atgongumerkini til finaluna í Forum fríggjakvøldið eru eisini langt síðani seld.
Roknast kann við enn størri hyggjaraskara til finaluna.
Og tað er hóast alt har ? og ikki undan finaluni ? at Guðrun Sólja Jacobsen fær møguleikan at syngja til ein plátusáttmála. Men kappingin verður hørð.