Guðrun aftur í toppinum

Hesa vikuna strýkur Guðrun Sólja Jacobsen upp aftur á næstfremsta plássið á danska Hit-listanum, sum byggir á fløgusøluna í Danmark. Á Tjeklistanum stendur hon í stað við sanginum »You´re Mine«

Guðrun Sólja Jacobsen tekur eitt rættiligt lop rætta vegin á danska Hit-listen, sum hvørja viku ger fløgusøluna í Danmark upp.
Guðrun var annars dottin nøkur pláss niður á Hit-listen, eftir at hon fyri nøkrum vikum síðani kom inn á listan sum nummar 2, men hesa vikuna tekur hon lopið frá 8. plássið til nummar 2 í einum.
Tað er framvegis danski rockbólkurin Big Fat Snake, um liggur ovast á listanum.

Til Føroya
A Tjeklistanum hjá DR P3, sum er ein singlelisti, er Guðrun hesa vikuna nummar 15 við sanginum »You´re Mine«. Hetta er sama plasering sum í síðstu viku.
Guðrun S. Jacobsen segði í farnu viku við Útvarpið, at hon hevði onkrar smærri framførslur á skránni, men eingin verulig konsertferð var á beding.
Hon roknaði tó við, at hon kom heim til Føroya seinni í ár at hava konsert.