Í dag kl 16 fer Guðrið Hansdóttir at framføra løg, av nýggju fløguni ?The Sky is Opening? í Tutl handlinum Eisini verður høvi at keypa fløguna og fáa hana signeraða.
The Sky is Opening hevur selt væl síðstu tíðina og hevur fløgan eitt nú verið best selda fløga í Expert í SMS tvær tær seinastu vikurnar.
Guðrið spældi við Múrin og fer hon næstu ferð á pall aftur til Futt í Býin tiltakið 27. juli, umframt at hon eisini fer at spæla á Summarfestivalinum í august.