Guðrið Hansdóttir verður ímillum eina ørgrynnu av tónleikarum, sum fer at framføra til størsta festival í Amerika í mars í 2010. Guðrið Hansdóttir er í hesum døgum í Texas í Amerika. Hon skal nevniliga framføra til ein tann størsta festivalin í Amerika í mars í 2010.
-Eg royndi at senda umsøkn til festivalin, og hesaferð eydnaðist tað, sigur ein sera glað Guðrið Hansdóttir.
Festivalurin er ætlaður teimum tónleikarum, sum metast at verða framtíðar stjørnuskot á altjóða pallinum. Fløgufeløg og ymsik onnur, við tilknýti til tónleikavinnuna, verða eisini umboðað á festivalinum, og hetta er eitt sera gott høvið hjá tónleikarum, at fáa eina karrieru innan altjóða tónleik.
-Eg vænti, at okkurt fer at spírast burturúr hesum, sigur Guðrið Hansdóttir, sum heldur hetta hevur ein stóran týdning fyri framtíð hennara, sum altjóða songkvinna.