The Dreams standa á gáttina til stóra gjøgnumbrotið í Evropa, men vit hava teir eina løtu afturat. Luttøkan hjá bólkinum í MTV sendigini A cut, hevur vakt ans í tónleikaídnaðinum og skjótt fer bólkurin aftur til London at royna seg.
Guðrið Hansen fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í Prix Føroyum í fjør í bólkinum PH 5,5. Hon er ein frálík songkvinna og hevur bæði við luttøku í Singer Songwriterkappingini og á fløguni hjá Peturi Pólssyni víst, at hetta er ein songrødd av kalibur.
Konsertin byrjar kl. 21.00