Tað var ikki so lítið av einum puslispæli at leggja dystirnar leygarmorgunin, tí fleiri spælarar vóru við í fleiri dystum, so teir skuldu hava eina løtu at hvíla seg í, áðrenn tørnað var til aftur. Millum annað spældi Sigrun Smith ikki færri enn tríggjar dystir, harav hon vann teir tveir.
Triði dysturin hjá henni var finalan í tvímansleiki hjá kvinnum, tá hon saman við Guðri Poulsen skuldi royna at tryggja føroyskum badminton triðja gullið. Men tað vísti seg, at mótstøðukvinnurnar av Guernsey gjørdust teimum ov tungar at syfta, og Sigrun og Guðri vóru skuffaðar, tá tað gjørdist teimum greitt, at tað »bara« bleiv til silvur.
Gayle Lloydd og Kiara Green stríddust veruliga fyri sakini, og tær megnaðu at vinna 2-0 í finaluni, har Sigrun og Guðri ongantíð ordiliga fingu tak á spælinum. Fyrra settið taptu tær 17-21 og annað settið 21-23.
– Vit blivu ov stuttar, tí vit gjørdu nakað nógvar óprovokeraðar feilir. Men samanumtikið er hetta tað besta, vit nakrantíð hava klárað í badminton, so hóast vit í løtuni eru skuffaðar, so kunnu vit alt í alt verða vit nøgd við avrikið á hesum leikunum, segði Guðri Poulsen beint eftir finaluna.
Tað sama helt Sigrun Smith, sum ásannaði, at avrikið henda seinasta dystin ikki ordiliga rakk á mál: – Vit spældu ikki nóg væl og gjørdu ov nógvar feilir. Vit eru glað fyri tvey gullmerki, men høvdu vónað at vunnið tað triðja eisini, segði hon.
MYNDATEKSTUR:
Guðri Poulsen og Sigrun Smith máttu taka til takkar við silvurinum, tá tær taptu finaluna í tvímansleiki hjá kvinnum ímóti Gayle Lloydd og Kiara Green av Guernsey
Mynd: Álvur Haraldsen