Í annaðkvøld ? mikukvøldið 22. juli klokkan 20.00 ? skipar MFS fyri áhugaverdum kjak- og tónleikakvøldi Hetta verður í Reinsarínum í Havn, har kjakast verður um arbeiðs- og granskingarmøguleikar í Føroyum.
Harumframt fara Guðrið Hansdóttir og FRAU at framføra tónleik.
Eisini vera framløgur við umboðum frá Jobmatch, Granskingardeplinum, Yrkistænastuni og vinnulívinum.
Henda lestrarstevna er eitt upplagt høvi hjá øllum lesandi føroyingum og øðrum áhugaðum at koma við sínari hugsan um arbeiðs- og granskingarviðurskiftini í Føroyum.