Guðrið lovar kærleikanum inn

?The Sky is Opening? er heitið á nýggju fløguni hjá Gurðið Hansdóttir, og Guðrið sigur, at løgini á nýggju fløguni eru ein spegilsmynd av hennara nýfunna kærleika Leygarkvøldið verður útgávukonsert av fløguni ?The Sky is Opening? hjá Guðrið Hansdóttir, og verður tað eftir øllum at døma eitt brak av einari konsert.

Við 10 víðagitnum tónleikarum aftrat sær, ferð Guðrið leygarkvøldið á pall í Sjónleikarahúsinum í Havn, har hon fer at framføra løgini á nýggju fløguni.

 

-Nýggju løgini eru jalig og glað, og ikki døpur, sum tey løgini, ið eg frammanundan havi gjørt, sigur Guðrið Hansdóttir.

 

Guðrið Hansdóttir verður í næstum vígd við Regini Dalsgaard, og heldur eyðsæð, er tað hesin nýfunni kærleikin, sum hevur sett sín dám á tónleikin.

 

-Ja, tað er eingin loyna, at eg havi funnið kærleikan í Regini, og tað er sjálvsagt eisini hesin kærleikin, sum verður avmyndaður á fløguni, sigur Guðrið Hansdóttir brosandi.

 

Heiðrikur hitar upp

At hita upp fyri Guðrið Hansdóttir verður Heiðrikur á Heygum, og hann fer eftir ætlan at framføra nýtt tilfar, sum verður at hoyra hansara næstu fløgu.

 

Konsertin byrjar kl. 20.00 leygarkvøldið, og verður tað í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Aftrat sær hevur Guðrið hesar tónleikarar.

Mikael Blak, Magnus Johannesen, Rógvi á Rógvu, Líggjas Olsen, Flóvin Viderø, Ása Wraae, Angelika Nielsen, Tóri Restorff, Ólavur Olsen og Bernhard Wilkenson.