Guðrið liggur framvegis sum nr. 1

Í síðstu viku megnaði Guðrið Hansdóttir at yvirtaka fyrsta plássið á 15 teimum bestu, har Bruce Springsteen hevur ligið seinastu vikurnar. Hon liggur sum nr. 1 við nýggjasta lagnum hjá sær ?Do you Believe? av fyrstu fløgu hennara ?Love is Dead?, sum hevur verið nógv róst í seinastuni.

 

Á 2. plássi liggur Jóan Petur á Stongum, sum er farin fýra pláss upp á listanum við lagnum ?Moments?. Heiðrik av Heygum er eisini fluttur fýra pláss upp á listanum við lagnum ?Jealous? av fyrstu fløgu hansara.