Guðrið Hansdóttir fer á eina mánaðarlanga tónleikaferð í Týsklandi, Sveis og Finlandi.
Í fjør kom hennara 3. útgáva á marknaðin og hevur móttøkan verið sera góð í útlandinum serliga í Týsklandi og eisini í Íslandi, har Guðrið í løtuni er búsitandi.
Tað er týska plátufyritøkan Beste!Unterhaltung, sum stendur fyri tónleikaferðini og standa tey eisini fyri útgávuni av Beyond the Grey í Týsklandi, Sveis, Benelux og Finlandi.
Fyrsta konsertin verður mikukvøldið í Munchen, og tónleikaferðin endar so í Helsinki 12. mai. Síðan liggur leiðin aftur til Íslands, har Guðrið fer í upptøkuhølini at arbeiða við síni fjórðu fløgu, sum væntandi kemur út í vetur.
Skrá fyri konsertferðina:
18.04.2012 Restaurant Ludwigs, München
19.04.2012 Caymann Bar, Gunzenhausen
20.04.2012 Kasseturm, Weimar
21.04.2012 Muz Club, Nurnberg
22.04.2012 Glashaus, Bayreuth
23.04.2012 Live Club, Bamberg
25.04.2012 Hempel ,Augsburg
26.04.2012 7180, Crailsheim Kneipe
27.04.2012 Thun Cafe Bar Mokka, Switzerland
28.04.2012 St. Gallen Grabenhalle, Switzerland
29.04 2012 Hafen 2,Offenbach
02.05.2012 Korjaamo, Helsinki
04.05.2012 O'Connell's, Tampere
05.05. 2012 Bar Kuka
07.05. 2012 Cafe Soppi, Rauma
08.05. 2012 TBA,Tampere
11.05. 2012 Vakiopaine, Jyväskylä
12.05.2012 TBA,Helsinki










