Guðrið Hansdóttir á Summar Festivalin

Guðrið Hansdóttir skal í august hava framførslu á stóra palli á Summar Festivalinum.

Songkvinnan við teimum frálíku sangunum hevur áður spælt á Føroya størsta festivali, og fyrst í august er hon til reiðar við einari framførslu við sínum fangandi poppsangum.

 

Guðrið Hansdóttir er komin langt við sínum tónleiki seinasta árið, og hetta hevur eisini við sær, at hon fyri fyrstu ferð skal spæla á stóra palli á Summar Festivalinum.

 

- Guðrið Hansdóttir hevur fleiri havt framførslur á Summar Festivalinum, og í fjør hevði hon eina framúr góða konsert. Hon hevur eisini verið uttanlands og spælt, og tí halda vit, at tíðin er komin til, at Guðrið Hansdóttir spælir á stóra palli á Vágsbø, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.

 

Guðrið Hansdóttir hevur givið tvær fløgur út, og fleiri av hennara sangum er blivnir væl kendir millum fólk.