- Eg eri júst farin í studio við mínum nýggju tónleikarum, sigur Guðrið Hansdóttir millum annað í samrøðu í Planetblaðnum í Sosialinum í kvøld. Í eini serligari planetsamrøðu verður farið afturum songkvinnan, ið um árskiftið fór burturúr Isadora & The Rebels, og byrjaði nýggjan bólk undir egnum navni.
- Sangirnir eru allir teir somu, sum vit spældu í Isadora and the Rebels, men latnir í ein heilt nýggjan ham. Eg kalli tað fólka-/popptónleik. Alt er vorðið nógv bleytari, og soleiðis vóru sangirnir eisini upprunaliga ætlaðir at vera, sigur Guðrið.
Hon greiðir frá, at ætlanin er at flyta til Danmarkar.
- Føroyar eru so lítlar, og tað skulu bara nakrar fáar konsertir til, so hevur tú spælt fyri øllum, sigur songkvinna, ið droymir um at liva av tónleiki. Liva væl av tónleiki.
Sambært TUTL verður fløgan í handlunum í summar.










