?Love is Dead? kallast fløgan hjá Guðrið Hansdóttir, sum í kvøld fekk Planet-heiðurin sum besta songkvinna
Tað var stjórin í Atlantsflog, Magni Arge, sum handaði Guðrið Hansdóttir heiðurin sum besta songkvinna 2007.
- Eg helt, at tað fór at vera Eivør, sum fór at vinna aftur í ár ? triðja árið á rað, segði Guðrið Hansdóttir, ið sum vera man fegnaðist um heiðurin.
Í tilnevningini skrivaði Niels Uni Dam, at ?Á Love Is Dead sleppa vit endiliga at uppliva góðu lagskrivingina og eyðkendu røddina hjá Guðrið Hansdóttir á fløgu.
Guðrið hevur á fløguni savnað ein bólk, ið gevur løgunum hjá henni júst tað skap, ið hon imyndaði sær, at tey skuldu hava. Fløgan er í stóran mun borðin av góðu melodiiunum frálíku songrøddini og sorgblídni. Hetta er beinrakin poppur, ið hevur vunnið hjørtuni á føroyingum. Á 15 teimum bestu hevur Guðrið gingið sína sigursgongd við fleiri løgum, og fløgan umboðar størsta gjøgnumbrot á føroysak tónleikapallinum í ár.?