Guðrið Hansdóttir á Asfalt

Hon er sangarinna, sangskrivari og tónleikari. Hon eitur Guðrið Hansdóttir og á Asfalt fer Guðrið á pall við sínum egna bólki.

Guðrið, ið til fyri stuttum æt Hansen, hevur seinastu fáu árini rúnarbundið føroyskar áhoyrarar við síni kenslubornu og melankolsku sangum, serstøku sangrødd og livandi framførslum.

 

Løgini og tekstirnir snúgva seg um lívið, ólukkiligan kærleika, samlív og einsemi. Klædnastílurin myndar eina øðrvísi fúrsarasliga ímynd, meðan tónleikastílurin tekur íblástur úr svenskum poppi og rokktónleiki úr sjeytiárunum eins og kvinnuikonum úr áttatiárunum.

 

Hon er eindømi í føroyskari tónleikasøgu. Sum sangari í rokkbólkinum Isadora and the Rebels, sum sangarinna og gittaristur í bólkinum ph 5,5 og sum gestasangari hjá øðrum hevur hon verið tilnevnd til at vera besta kvinnuliga tónleikanavnið í Føroyum til Planet Awards í fjør og í ár. Og tað hevur verið væl uppiborið. Seinastu tíðina hevur hon verið í upptøkuhøli og gjørt sína fyrstu fløgu ?Love Is Dead?, ið væntandi kemur út í heyst. Við sær á Asfalt hevur Guðrið sín bólk; Guðrið Hansdóttir Band, ið er myndaður av Andreas Dalsgaard, Jón Klæmint Hofgaard, Sakaris Joensen og Líggjas Olsen.

 

Tónleikastílurin verður í sama hami, sum vit kenna Guðrið best, nevniliga í popprokksjangruni við íblástri úr fólkatónleiki. Vitjið Guðrið á Myspace.com/gurihansdottir.