Eg eri komin til 1. mai-dagshald á Vaglinum í dag fyri at stuðla vanliga arbeiðaranum og fakfeløgunum. Mær dámar væl, at vit hava ein dag sum henda, har verkafólkið sleppur framat og ger vart við seg.
Eg eri nú ikki tann raskasta at ganga til tiltøk sum hesi, men eg meti, at hetta hevur stóran týdning fyri okkara fólkaræði, og tí eri eg møtt upp at lýða á í dag.










