Guðmundur vann Duathlon

Eftir kappingarkalendaranum hjá Tórshavnar Súkklufelag og Føroya Triathlon felag var

tað Duathlon, sum var á skránni sunnudagin.

Duathlon er samansett kapping av eitt nú renning og súkkling, renning og svimjing ella svimjing og súkkling. Og teinarnir kunnu vera rættiliga ymiskir, men sunnudagin varð kappast í svimjing og renning.

 

Fyrst varð svomið 1 km og síðani varð runnið 10 km. Hóast veðrið var heldur

illsligt, so varð kappast kortini.

 

Svomið var í Svimjhøllini í Gundadalið, runnið frá svimjihøllini, eftir Yviri við

Strond, yvir til rundkoyringina við Skansan, har vent varð, og síðanniðan aftur til rundkoyringina við R.C. Effersøesgøtu, og harfrá yvir á Tórsbreyt, har endað varð

við 10 rundum.

 

Guðmundur Joensen var fyrstur í svimjingini, og eisini í renningini gekk væl framúr gott, og gjørdist hann tí vinnari av kappingini. Undan kappingini var Guðmundur Joensen favorittur at vinna kappingina.

 

Kári Simonsen var næstur úr hylinum, men í skiftinum gjørdi Hans Egholm skjótt av og

legði seg framm um Kára. Hetta bleiv tí ein kapping teirra millum allar teir 10 kilometrarnar, men Kári var stinnari, dróg longra stráðið, og gjørdist tí næstur á mál.

 

Úrsliti:

 

Nr. 1 Guðmundur Joensen við tíðini 55 min 40 sek

 

Nr. 2 Kári Simonsen við tíðini 1 tími 10 min 5 sek

 

Nr. 3Hans Egholm við tíðini 1 tími 11 min 15 sek

 

 

Hetta boðar Føroya Triathlon felag frá í dag.