Tá oyggjaleikir verða á Isle of Wight í summar, verða tær tríggjar vanligu greinirnar við hjá súkklarunum, sum eru landavegssúkkling, einkultstartur og býarsúkkling.
So hvørt sum leikirnir nærkast, gera súkklararnir meira og meira við miðvísu venjingina, og í vetur hava fleiri av teimum gjørt heilt nógv við tað, meðan teir hava bíðað eftir aftur at sleppa at vera við í einari kapping.
Leygardagin var so tann fyrsta súkklukappingin hetta kappingarárið. Hetta var ikki ein FM-kapping, sum vit skrivaðu í vikuskiftisblaðnum, men bara ein av fleiri kappingum, ið skulu geva súkklarunum so góða venjing sum gjørligt.
Tilsamans 13 súkklarar vóru við, 10 vaksnir og tríggir unglingar, og teinurin var tann vanligi, ið verður brúktur í einkultstarti. Teir vaksnu súkklaðu 29 kilometrar frá Skógrøkt Landsins í Hoydølum til Kaldbaks og aftur, og unglingarnir súkklaðu 21 kilometrar, tí teir vendu longu í Kaldbaksbotni.
Guðmundur vann
Hjá teimum vaksnu kom kappingin um fyrstaplássið ikki óvæntað at standa millum Guðmund Joensen og Gunnar Dahl-Olsen, sum vóru teir báðir síðstu avstað.
Eitt skifti var Guðmundur meira enn ein minutt frammanfyri, men Gunnar var so mikið drúgvur í endaspurtinum, at hann fekk minkað um munin, so bara 23 sekund vóru á muni, tá avtornaði. Guðmundur vann við tíðini 47 minuttir, reint. Síðani kom Gunnar og á triðja plássi var Morten Hansen, sum aftur var 44 sekund aftan fyri Gunnar.
Hetta úrslitið samsvaraði nokk so væl við tað, Gunnar sjálvur metti undan kappingini, tá hann helt, at Guðmundur mundi fara at vera nakað drúgvur, nú hann í ár hevur valt at satsað upp á súkklingina, heldur enn triathlon, ið annars er hansara fremsta grein.
Hjá unglingunum var Jóannes Albert Nielsen fremstur á mál við tíðini 43 minuttir og 44 sekund. Nummar tvey var Benjamin Thomasen, ið var ein góðan minutt aftanfyri, og á triðja plássi kom Torbjørn A. Haraldsen.
Næsta súkklukappingin verður miðskeiðis í apríl, tá úttøkukappingar til Oyggjaleikirnar verða vikuskiftið 15. til 17. apríl.