Guðmundur Joensen vann triathlon kapping í Íslandi

Guðmundur Joensen gjørdi bart í Ìslandi í dag. Www.triathlon.fo skrivar soleiðis: - Í dag luttók Guðmundur Joensen í stórari triathlon kapping í Reykjavík, á tí sokallaða OL teininum. Guðmundur var fyrstur á mál og vann sostatt kappingina. Guðmundur vann við tíðini 2 tímar og 4 minuttir, ið er ein rættiliga góð tíð.

 

Tá kappast er í triathlon, á OL teininum, verður fyrst svomið 1500 metrar, síðan súkklað 40 kilometrar, og at enda runnið 10 kilometrar.

 

Í stuttari samrøðu sigur Guðmundur, at teinurin var tekniskur, og ein skuldi koyra sama tein fleiri ferðir. Hetta er við til at gera at meðalferðin í súkklingini ikki verður so høg. Hóast hetta vann Guðmundur, og er tíðin sum sagt ein sera góð tíð á hesum forholdsvís langa teini.

 

- Til samanberingar kann sigast, at tíðin í dag hevði rokkið til eitt medaljupláss, um hugt verður eftir vinnaratíðunum á Rhodos. Tað hevði blivið til eitt triðjapláss. Men tað er sjálvandi ringt at samanbera tíðir og úrslit frá tveimum ymiskum kappingum, eftirsum sjálv rutan, ið verður runnin og súkklað, hevur stóra ávirkan á endaligu tíðina, sigur Gunnar Dahl-Olsen, formaður í Føroya Triathlon Felag, og leggur aftrat, at tá Guðmundur gjøgnumførur OL teinin uppá góðar tveir tímar, so ger tað, at vónirnar til eitt gott úrslit á komandi Oyggjaleikum, gerast enn betur. (mynd: www.triathlon.fo)