Valur endaði nummar sjey av tólv liðum í bestu deildini í Íslandi í ár.
Gunnlaugur Jónsson, sum hevur staðið á odda fyri liðnum seinastu tvey kappingarárinum, ynskti ikki at halda fram, og tí fer Guðmundsson nú undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár.
Tað hoyrist, at Tórður Hreidarsson, sum fyrrverandi HB-venjarin hevði við sær til Føroya, flytir til Valur, tá føroyska kappingin er liðug. Tíðindini eru ikki váttaði, og tað ber ikki til at staðfesta, um veruligt hald er í søguni.
Valur vann íslendska meistaraheitið í 2007. Pól Thorsteinsson spældi við liðnum í 2000.
45 ára gamli Kristján Guðmundsson loysti Sámal Erik Hentze av sum venjari í HB. Hann stóð á odda fyri liðnum hjá Keflavík í fimm ár. Besta úrslitinum rakk hann í 2008, tá Keflavík snávaði í gullstríðnum á seinasta leikdegi. Hann varð kosin besti venjarin í Íslandi tað árið.