Hey aftur øll somul. Aftur í dag er mikudagur, og aftur í dag er Yngd á skránni, sjálvandi.
Til blaðið í dag hevur Niclas hitt eina (nærum) føroyska sangarinnu, sum fyri tíðina liggur rættuliga ovarlaga á teimum føroysku hitlistunum.
Hvussu ber tað til, at hon yvirhøvur er komin til Føroya, hvíhevur hon valt at geva eina fløgu út á okkara lítla marknaði, og hvat roynir hon at uppnáa við at geva eina slíka fløgu út. Hesir spurningar og ymiskt annað verður svarað í samrøðuni, sum Niclas hevur gjørt við hana.
Í seinasta blaðnum var ein grein, sum var skrivað av einum praktikanti, sum hevði verið hjá okkum í 2 vikur.
Soleiðis er eisini hesu ferðina, og er tað Lars Anderssen, sum í dag hevur einar 2 stuttar stubbar til okkara. Lars hevur verið ein túr í Leirvík, har nakrir ungir dreingir hava skrivað eitt sindur av føroyskari fótbóltssøgu, tá teir sum fyrsta ungdómslið hjá LÍF hava vunnið føroyameistaraskapin.
Eisini hevur hann verið ein túr í havnini, har hann hevur hitt ein av teimum fótbóltsleikarum, sum ikki er so nógv at hoyra til í vanliga fótbóltsprátinum.
Stór mótasýning verður á Hotel Føroyum um ikki so langa tíð, og hava vit hitt nakrar av fyrireikarunum til tiltakið. Nakað sum í hvussu so er sikkurt og vist við hesari sýning, er at talan ikki verður um nakað keðiligt tiltak.
Fyri tveimum vikum síðani fekk eg ikki færri enn 3 brøv sendandi frá lesarum, sum høvdu okkurt upp á hjarta, sum tey líka sum vildu sleppa av við.
Síðani hetta er ikki hent tað stóra, og vil eg tískil enn einaferð heita á tykkum um at senda okkum tykkara hugsan um eitthvørt evni, sum upptekur tykkum.
Eingin orsøk er til at smæðast, tí ongum nýtist at upplýsa fulla navn sítt. Tó er tað umráðandi, at vit her á Yngd vita navn og bústað, soleiðis at vit vit vita, hvar vit skulu senda fløguna, um so er at júst títt lesarabræv vinnur fløguna, sum 3-arin letur.
Eftir er bert at vóna, at tit eisini hesu ferðina koma at hava nakrar hugnaligar løtur við Yngd í hondini.