Fjarskifti
Frá fyrsta februar at rokna, so verður tað bíligari at tosa i telefon í Føroyum, í øllum førum GSM-telefoni. Orsøkin til hetta er, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur ásett nýggjar hámarksprísir innanfyri føroyskt fjarskifti. Tað, at hetta eru hámarksprísir merkir, at hetta er tað mest loyvda, ið veitarin hevur loyvi at selja minuttin ella tænastuna fyri. Á fleiri økjum er talan um, at veitarin, t.e. Føroya Tele, hevur ein lægri kundaprís, enn hámarksprísin.
Í teimum nýggju ásetingunum frá Vinnumálastýrinum, so verður heldur ikki nógv broytt. Tað flesta verður framvegis óbroytt. Á eitt nú innanlandstelefoni verður hámarksprísurin løkkaður, men prísurin er í longu nú lægri enn hetta.
Tær mest áhugaverdu broytingarnar finna vit viðvíkjandi Internet og GSM. Hámarksprísurin fyri Internet, t.e. uppringt samband, hann veksur. Úr 30 oyrum til 40 oyru um dagin, og úr 15 oyrum til oyru um kvøldið.
Tað verður tó bíligari at tosa í fartelefon, ella rættari sagt eina GSM-fartelefon. Hámarksprísurin fyri hesa verður 1,90 kr./min, har hann áður hevur verið 2,40. Føroya Tele er einasti útbjóðarin á hesum økinum, og teir hava eisini koyrt við einum prísi, sum liggur undir 2,40 kr./min. Um kvøldið má tað í mesta lagi kosta 1,15 kr./min at ringja við einari GSM-telefon.
Uppkallsavgjaldið verður framvegis 0,40 kr. fyri flest allar tænastur.