Upp ímóti 5.000 fólkum vórðu savnað á Tórsvølli til steypafinaluna millum HB og NSÍ ólavsøkudag. Sjáldan eru so nógv fólk savnað á einum og sama staði í Føroyum, og sjáldan eru so nógvar fartelefonir í gongd samstundis á so lítlum øki.
Samankroysti fartelefon aktiviteturin á Tórsvølli førdi við sær, at GSM sambandið fór undir sjálvari finaluni. Sambært Hjalgrím Hentze, stjóra á teknisku deild á Føroya Tele, var orsøkin ovurnýtsla av fartelefonum somu tíð og á sama staði, og sendarin, sum umfevnir hetta øki, megnaði ikki at nøkta tørvin hjá mongu fartelefonunum, og tískil fór sambandið.
Seta upp eykastøðir
Hjalgrím Hentze sigur, at hetta ikki er ein óvanligur trupulleiki, og at sambandið kann fara undir slíkum stórum tiltøkum.
- Sendararnir, sum Føroya Tele hevur sett upp, eru ymiskir á stødd, og summir klára fleiri samtalur samstundis enn aðrir. Sendarin, sum fevnir um viðkomandi øki, hevði ov fáar kanalir til mongu fartelefonirnar, og tískil fór sambandið, sigur Hjalgrím Hentze.
Hann vísir á, at Føroya Tele setir upp eykastøðir til tiltøk sum ólavsøkuna, og hava hesir sendarar fleiri kanalir og kunnu upptaka fleiri samtalur, men hetta eru bert fyribils loysnir.
- Vit síggja, at GSM nýtslan minkar sera nógv úti á bygd um ólavsøkuna, og at hon økist samsvarandi í Havnini. Hesar dagar verða fartelefonir í øllum Føroyum savnaðar í høvuðsstaðnum, og tískil seta vit upp eykastøðir við sendarum, sum megna fleiri samtalur, greiðir Hjalgrím frá.
Keypa nýggjan sendara
Føroya Tele fer sambært Hjalgrím Hentze at keypa nýggjan sendara. Hesin sendari verður størri, og megnar hann sostatt størri nýtslu av fartelefonum samstundis. Hjalgrím Hentze sigur, at nýggi sendarin fer at kosta hálva til trý kvarta millión, og at hann verður tøkur um nakrar mánaðir.
- Nýggi sendarin fer sjálvsagt ikki at nøkta allan tørvin, tað er ógjørligt, og hetta vil ikki siga, at trupulleikin fer at hvørva, men tað fer avgjørt at betra um umstøðurnar, sigur Hjalgrím Hentze at enda við Sosialin.










