Grýluveitsla og tunnusláttur í Føroyahúsinum

Í dag kunnu føroyingar í Keypmannahavn fara til grýluveitsla og tunnusláttur fyri børn í Føroyahúsinum

Sunnudagin 2. mars verður tunnusláttur og grýluveitsla í Føroyahúsinum í keypmannahavn.Tiltakið byrjar klokkan 14.

Umframt tunnusláttur verður grýlukapping har vakrasta, fittasta og vandamiklasta grýla fáa ein vinning.

Høvi verður at keypa kakao og bollar.