Í nevndini eru 5 limir. 1 umboð fyri Føroya Fiskimannafelag, 1 umboð fyri Føroya Lærarafelag, 1 umboð fyri Føroya Reiðarafelag, 1 umboð fyri Føroya Blaðmannafelag og 1 umboð fyri Skipara- og Navigatørfelagið.
Formaður grunsins er Óli Jacobsen, fiskimannafelagsformaður, og skrivari er Borgarhjørt Kragesteen.
Grunnurin hevur síðani á hvørjum ári til jóla býtt pening út til teir fiskimenn, ið lúka treytirnar fyri at fáa studning. Treytin er tann, at viðkomandi er óarbeiðsførur sum fiskimaður, og má læknaváttan fylgja við. Stuðulin er persónligur.
Grunnurin er á fíggjarlógini við 300.000,- kr. í ár.
Í fjør komu góðar 200 umsóknir inn, og vóru stívliga 450.000,- kr. býttar millum umsøkjararnar.
Um fólk vilja hava umsóknarblað, kann hetta fáast á tlf. 11080 lokal 141, tlf. 11569 ella tlf. 16089.