Grunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður
-------

Hjálp úr hesum grunni kom mangan væl við hjá sjómonnum, sum vóru komnir illa fyri av skaða ella sjúku.
Av einari ella aðrari misskiljing varð eingin peningur avsettur í 2011.
Hetta undraði mangan sjómann, og onkur spurdi meg hvat var hent.
Sum eg skilji, so er landsstýriskvinnan sinna at seta 100.000 kr. á fíggjarlógina, hetta er alt ov lítið, havandi í huga at 300.000 kr. vóru avsettar í 2010.
So mín áheitan á umboðini hjá Javnaðarflokkinum í fíggjarnevndini er, at arbeiða hart fyri at fáa í minsta lagið 300.000 kr. á fíggjarlógina fyri 2013. Tað hevði verði ein munandi hjálp.