Grundstykkjaprísirnir við Karlamagnusarbreyt

Nú hoyri eg í miðlunum, at grundstykkini við Karlamagnusarbreyt koma at kosta 575 túsund krónur, og eg má siga, at tað er skelkandi at hoyra, at prísurin er so høgur.

Eigarafelagið hevur heldur ikki hoyrt henda høga kostnaðin nevndan fyrr, so eg skilji væl, at tey ikki kunnu góðtaka henda høga prís.

Grundin til at kommunan ger sethúsaútstykkingar er sera einfald, tað er fyri at borgararnir kundu ogna sær eitt grundstykki fyri sámuligan kostnað. Ikki kann sigast, at soleiðis er við hesari útstykkingini.

Sum býráðslimur má eg siga, at eg havi ongantíð hoyrt, at hesi grundstykki skuldu kosta so nógv, men á onkrum fundi er nevnt eitt tal um 300 túsund krónur. Tað er ein rímiligur kostnaður fyri eitt 300 fermetra stórt stykki, har 100 fermetrar eru lagdir til fríøki. Eg veit ikki hvør tað er, sum hevur gjørt at tað skal vera so kostnaðarmikið at ogna sær eitt grundøki við Karlamagnusarbreyt, men tað eiga vit býráðslimir at fáa at vita.

Henda samgongan, sum nú stýrir kommununi, hevur als ikki skil á fíggjarstýring, tað síggja vit á íløgunum, sum skulu gerast í kommununi. Einki óført, tá onnur skulu gjalda, er hugburðurin hjá Javnaðar- og Tjóveldisflokkinum í Tórshavnar Kommunu.

Vónandi fáa tit, ið hava fingið tillutað grundstykki við Karlamagnusarbreyt, broytt útstykkingina soleiðis, at stykkini koma at kosta um 300 túsund krónur.

Góða eydnu víðari.