Grundstykkjaflokkurin stillar upp

»Neyð lærir nakna kvinnu at spinna«, hetta orðafellið er prógvað fyrr í valstríði. Til kommunuvalið í Havn stillar Jari Lykke, úr Kollafirði, upp í nýggjum politiskum flokki. Endamálið er at betra um korini at fáa grundstykki í Havnini

Kollfirðingurin Jari Lykke hevur tikið í egnan barm, og er farin undir politiskt virksemi. Við at samla millum 15 og 25 stillarar, er gjørligt hjá einum og hvørjum at stovna ein politiskan flokk, til kommunuvalið. Hann hevur stovnað Grundstykkjaflokkin, ið fær væl egnaða stavin ‘G’. Hann er einasta valevni flokksins og hevur eittans hjartamál, at betra um korini hjá teimum, ið leita sær grundstykki í Tórshavnar kommunu.


Søga hansara

Sjálvur hevur hann havt sítt baks við grundstykkjaviðurskiftum. Innan eitt ár doyðu bæði foreldur hansara, og hann, saman við systrini arvaði húsini. Hetta hevði við sær, at honum varð noktað grundstykki, tí hann longu er húsaeigari. Sostætt er hann noyddur at búgva í hesum húsum, ið hann óheppið hevur arvað. Húsini eru ikki dreymur hansara, tí vildi hann ynskt at sloppið at flutt, men ikki er gjørligt at fáa grundstykki.

Í verandi løtu, er meginparturin av jørðini lutaður stórbyggjarum. Men sannleikin er tann, íflygi Jari Lykke, at tørvurin er stórur á grundstykkjum, tí nógv ynskja heldur at byggja sjálvi.


Valstríð

At gera ein nýggjan flokk hevur við sær, at fólk fáa eyguni upp fyri hesum álvarsama máli. Ynskiligt hevði verið at fingið grundstykkjabíðilistan burtur, so umstøðurnar kundu verið gjørdar meira rímiligar. Hann ivaðist ikki eina løtu í, at fleiri taka undir við sjónarmiði flokksins.

Ætlanin var at føra valstríð gjøgnum lesarabrøv, men tíverri verður hann burturstaddur fram til 10. novembur, orsakað av tí, at hann skal til Formula 1 kappkoyring í Brasilia.