Grundstykkir uttan útgjald

Um býráðspolitikarar meina nakað við tað, tá teir siga seg vilja loysa íbúðartrupulleikarnar, hevði tað verið eitt gott hugskot, at borgararnir fingu grundøkið til leigu í eitt áramál.

 


Hendrik Thomsen


Tá grundøkið kostar fleiri 100 túsum krónur at keypa, vil tað taka nógv ár hjá teimum flestu at spara upp til eitt grundstykki.

Um ein skipan verður gjørd, har grundøkini eru leigað frá komununi í t. d 99 ár, hevði tað verið við til at tálmað húsaspekulatiónini, og býráðið vildi ikki havt so stórar trupulleikar, um broytingar skulu gerast á økinum.

Hesin møguleiki kundi so komið afturat øllum hinum loysnunum, sum valevnir og verandi býráslimir hava lovað nú upp undir valið.