Grundstykki skulu altíð vera tøk

Tað vísir seg, at millum tey mongu í Føroyum, ið ynskja at seta føtur undir egið borð, eru tey allarflestu í tí støðu, at tey helst vilja búgva í Havn og í øllum førum í Tórshavnar kommunu. Um tað eru ungfólk, ið vilja flyta heimanífrá, ella útisetar, ið vilja heimaftur, er hetta fremsta val.

Tórshavnar kommuna skal tí altíð hava tøk grundstykki, so ongum nýtist at setast aftur, bara tí einki grundstykki var at fáa. Allur bati bøtir, og tí frøast vit eisini um, at sitandi býráðsmeiriluti hetta farna skeiðið hevur útvegað nøkur grundstykki í Kaldbak og  í Nólsoy. Men kanska átti ferðin at verið sett eitt sindur upp nú.

Sleppa vit í Javnaðarflokkinum framat eftir kommunuvalið, fara vit beinanvegin at taka táttin uppaftur frá undanfarna skeiði, tá vit útvegaðu 100 grundstykki á Argjum, 32 randarhús á Argjum, 22 grundstykki Oman Gil í Hoyvík, 12 grundstykki ovast á Karlamagnusarbreyt, 24 grundstykki í Kollafirði og 37 lestraríbúðir á Finsen í Havn.

Brúka tunnilsgrót

Í sambandi við innkoyringarvegin frá Eysturoyartunlinum skal tunnil gerast undir Krákugjógv, og har fær Tórshavnar kommuna grót, sum upplagt er at brúka til planering av bæði grundstykkjum og vinnustykkjum við Stórutjørn í Hoyvík.

Somuleiðis eigur at verða hildið fram við fleiri grundstykkjum á Argjum, og møguligt skal eisini vera at gera lutaíbúðir og fleiri lestraríbúðir í Marknagili. Tørvurin er stórur, so tí verður eisini neyðugt at kanna aðrar møguleikar, tí hugurin hjá framtíðarættarliðum at seta búgv í kommununi bara veksur.

Neyðugt verður eisini at útvega vinnustykki, tí einki vinnustykki er tøkt, og vit eiga eisini alla tíðina at hava fyri eyga, at vinnan fær góðar karmar at arbeiða í, so vit tann vegin kunnu tryggja fleiri arbeiðspláss. Skulu nýggjar fyritøkur velja Tórshavnar kommunu sum sína basu, ræður um hjá okkum at vera stigið frammanfyri og hava neyðugu vinnustykkini tøk.

Í Kollafirði eru somuleiðis upplagdir møguleikar, tí har kundi ovari partur av havnarøkinum á Oyrareingjum saktans verið brúktur til smærri vinnustykki, so vit fingu skapt meira lív á økinum, sum tíverri ikki til fulnar kemur til sín rætt sum havnarøki. Kollafjørður er mitt í landinum, so har áttu møguleikarnir at verið av teimum bestu.

 

Tróndur Sigurðsson

Javnaðarflokkurin