Grundspælið í Hvonn-kappingini er av: VB endaði við sigri á VÍF

í ársins seinasta dysti, megnaði VB at sigra á oddaliðnum, VÍF.

H71 vann botndystin móti StÍF

VB vann ein, á pappírinum, óvæntaðan sigur á VÍF í dag.

Talan var um seinasta dystin í ársins grundspæli, og dysturin hevði einki at uttan heiðurin at siga.

Tað vóru vágskvinnur, ið fingu hendan heiður, tá ið tær á heimavølli vunnu 32-25 á VÍF.

 

Fyrri hálvleikur var javnur, men móti endanum løgdu vágskvinnur tvey fram um, so at tær kundu fara til hálvleiks á odda 12-10

VB megnaði leingi at halda fast um hesa leiðslu, og seinastu tíggju minuttirnar bragdaði veruliga hjá teimum. VB skoraði sjey ferðir meðan VÍF einki mál fekk, og dysturin var avgjørdur. At enda kundu vágskvinnur fegnast um at enda kappingarárið við einum trivaligum 32-25 sigri á oddaliðnum.

Hjá VB skutu Agnes Fallesen, Rúna M. Jacobsen og Caroline Ladefoged seks mál í part, meðan Liljan Durhuus fekk 8 mál fyri VÍF

 

H71 vann á StÍF

Í Hoyvík dystaðust H71 og StÍF eisini einans um heiður.

Eftir ein nakað javnari fyrra hálveik, ið endaði við 12-10 til hoyvíkingar, vann  H71 greiðan 30-23 sigur.

Hjá H71 skjeyt Maria Halsdóttir Weyhe 8 mál. FYri StÍF gjørdist Rebekka Justinussen toppskjútti við 6 málum.

 

Dystirnir í dag høvdu onga ávirkan á endaligu støðuna í kappingini, ið sær soleiðis út:

 

1VÍF 2472957115842
2Kyndil 2363649214435
3VB 2464353810533
4Neistin 24552577-2522
5Stjørnan 23548575-2718
6H71 24543620-7715
7StÍF 24411689-2781