Grundskeið í flogbóltsvenjing

Seinasta vikuskifti skipaði Flogbóltssamband Føroya fyri venjaraskeiði í Hoyvíkshøllini og skúlanum í Hoyvík

Venjaraskeið
 
Høvuðsvenjari var danin Jans Pilsmark, sum var í Føroyum á 7 sinni, í sambandi við venjaraskeið fyri Flogbóltssambandið. Fyriskipari í Føroyum var Klæmint Isaksen, sum hevur venjaraskeiðini undir hond fyri FBF.
                      Talan var um venjaraskeiðini T1 og T 2, sum eru grundskeiðini í venjaraútbúgvingini hjá danska flogbóltssambandinum, og hava nógv fólk verið ígjøgnum hesi her heima í Føroyum.
                      Umhugsað verður tí nú, at fara at skipa fyri einum skeiði á hægri støði í vár, tí tað nú eru so nógv sum hava tikið grundskeiðini.
                      Klæmint Iskasen hevur nú í 3-4 ár skipa fyri skeiðunum, og hevur luttøkan altíð verið góð, og tí er ætlanin at halds áfram við hesum tiltøkum.
                      Vanligt er at skeiðini T 3 og T 4 eisini kunnu takast í Føroyum, men higartil hevur verið neyðugt at farið til Danmarkar um ein ætlar sær víðari í útbúgvingini, men miðja verður ímóti, at fáa so nógv ígjøgnum T 3 og T 4 eisini, at grundarlag er fyri at skipa fyri hægru skeiðunum í Føroyum eisini.