John Johannessen
Ein føroysk grundlóg skal kunna brúkast í gerandisdegnum. Hon skal ikki bert vera ein lóg í eini glasmontru, eins og til dømis danska grundlógin.
Hetta er grundlógarnevndin, sum í løtuni leggur lunnar undir føroyska grundlóg, samd um.
Rúni Joensen, sum er formaður í tí arbeiðsbólkinum, sum hevur viðgjørt virknið hjá einari komandi føroyskari grundlóg, sigur tað vera umráðandi at gera sær greitt, um grundlógin er nakað vit ynskja at brúka í gerandisdegnum ella ikki.
? Okkara niðurstøða í nevndini er, at ein føroysk grundlóg skal vera til at brúka, staðfestir Rúni Joensen.
Fólkið eigur valdið
At gera eina føroyska grundlóg, sum skal virka í gerandisdegnum hjá einstaka føroyinginum, bæði høgum og lágum, setir krøv til grundlógarnevndina.
? Tað er fólkið, ið skal seta karmarnar, tí evsta valdið skal liggja hjá fólkinum, sigur Rúni Joensen.
Tí er tað, at grundlógarnevndin leggur so stóran dent á at kunna um arbeiðið í nevndini. Fólkið skal vita hvat gongur fyri seg og takast upp á ráð.
Rúni Joensen vísir á, at vanligi føroyingurin sjálvdan hugsar um stýrisskipanarlógina og donsku grundlógina, sum eisini er okkara grundlóg, í gerandisdegnum. Orsøkina heldur hann vera, at fólkið ikki hevur verið við til at gjørt hesar lógir og tískil heldur ongar kenslur hevur fyri teimum.
? Í 1957 skuldu føroyingar atkvøða um nakrar broytingar í donsku grundlógini. Men fá vóru á vali. Hetta er uttan iva tí, at talan var um eina lóg, ið var fremmand fyri fólkinum, sigur Rúni Joensen.
Grundlógin í lummanum
Í USA er heilt vanligt, at fólk vísa til grundlógina, tá tey kenna seg vera órættvíst viðfarin. Harafturímóti kemur slíkt nærum ikki fyri í Føroyum og Danmark.
Orsøkina til hetta heldur Rúni Joensen vera, at fólkið ikki er tikið við upp á ráð, tá danska grundlógin varð gjørd.
Men føroyska fólkið skal komandi mánaðirnar takast væl og virðiliga upp á ráð í sambandi við arbeiðið at gera føroyska grundlóg. Og úrslitið av hesum vónar grundlógarnevndin verður, at føroyska grundlógin verður nakað, fólk hava eina kenslu fyri og brúka.










