Grundlógin ongin forðing fyri limaskapi í Norðurlandaráðnum

Rigmor Dam
valevni Javnaðarfloksins
?????
Á Fólkatingi fari eg sum eitt hitt fyrsta at virka fyri fullum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Tíðin er farin frá, at danir leiða okkum inn á áskoðarabonkin, og rinda atgongumerkið okkara.
Í 1966 var tað Kragh, sum legði føroysku umsóknina um limaskap í Norðurlandaráðnum fyri ráðið. Tá var grundlógin eingin forðing fyri limaskapi, og tað vóru ikki danir, sum lógu í buktini, men heldur hini skandinavisku londini. Tískil skulu vit ikki góðtaka boðskapin um, at limaskapur í Norðurlanda-ráðnum skal stríða ímóti grundlógini, og at hetta er orsøkin til, at vit ikki kunnu søkja um upptøku. Hetta er eitt nýtt argument, sum er íkomið kjakið, og var hetta ikki fatanin hjá danska politiska umhvørvinum fyri árum síðani. Men, sum við so mongum málum í seinastuni, er tað formalistiska linjan, sum vinnur, og vánaliga stevið millum føroyskar og danskar politikarar ger, at so at siga einki er komið burturúr seinastu nógvu árini. Her má vend koma í!
Men hví Norðurlanda-ráðið? Samstundis, sum nøkur av norðurlondunum gerast alt meira búskapar-liga og politisk heft at ES, er Norðurlandaráðið ein pallur, har samstarv innan mentan, útbúgving, gransking og førleikamenning, eru í hásæti.
Sjálvsagt skulu vit hava viðurkenning og fullgildan limaskap, ikki fyri at hjúkla um okkara sjálvsfatan og sjálvsvirði, men tí vit eru ein tjóð í støðugari menning, eisini mentanarliga og málsliga. Og ikki minst í hesum globaliseringstíðum, har alheimurin í alt størri mun setur mentanarligu og málsligu dagskránna, er neyðugt at vit gera okkum greitt antin vit ynskja at staðfesta norðurlendska samleika okkara við at verða ein viðurkendur partur av norðurlensku familjuni.
Vitja heimasíðu mína: www.javnadarflokkurin.fo/rigmor