Frederik Harhoff sigur, at hetta er sama úrslit, sum hann er komin til fyrr, og at hetta er sama niðurstøða, sum hann legði fram í Føroyum fyrr í summar.
- Eg havi ongantíð sagt, at tað ikki vóru ríkisrættarligir trupulleikar við at Føroyar kundu blíva limir av Norðurlandaráðharraráðnum, sigur Frederik Harhoff.
- Eg skilji ikki, hvussu fólk hava kunna misskilt tað.
Tað eru ongir trupulleikar í, at Føroyar eru limir í Norðurlandaráðnum. Men sambært grein 19 í grundlógini er tað danska stjórnin, sum umboðar Danmark í uttanríkismálum.
- Soleiðis sum grundlógin sær út nú, kunnu Føroyar og Grønland ikki gerast sjálvstøðugir limir í norðurlendska ráðharraráðnum, tey kunnu ikki umboða seg sjálvi í egnum navni, sigur Frederik Harhoff.
- Fyri at kunna tað, skulu tey vera sjálvstøðugir statir, ið hava fult fólkarættarligt sjálvstýri.
Samstundis peikar Frederik Harhoff á heimildarlógina.
Í tráð við heimildarlógina kunnu Føroyar og Grønland gera avtalur við onnur lond, men tað er vegna danska ríkið og tey skulu undirskrivast við Kongeriget Danmark, for så vidt angår Færøerne.
- Danmark kann ikki hava fleiri sjálvstøðugar limir í Norðurlandaráðnum. Vit eru eitt ríki, og tí kunnu vit bert hava eina atkvøðu yvirfyri øðrum. Vit kunnu ikki koma í tí støðu, har vit standa við tveimum atkvøðum, sigur Frederik Harhoff.
Halgir W. Poulsen løgfrøðingur segði við Sosialin fríggjadagin, at um danska stjórnin ynskti at Føroyar skuldi gerast limur í ráðharraráðnum, so kundi grundlógin tulkast á tann hátt, at hetta gjørdist møguligt. Til hetta sigur Frederik Harhoff:
- Grundlógin kann ikki tulkast á nakran annan hátt. Grundlógin verður ikki tolkað leysliga og hon kann avgjørt ikki tolkast, soleiðis sum stjórnin hevur hug til.