John Johannessen
Valevni Javnaðarfloksins til Fólkatingið
Eitt afturstig fyri Føroyar. Soleiðis hava serfrøðingar og andstøðupolitikarar skýrt eina avtalu um uttanríkispolitiskar heimildir, sum í drúgt tíðarskeið hevur verið til viðgerðar í fjølmiðlunum. Ein av trupulleikunum sýnist vera, at hon heftir seg nógv at einari uppfatan hjá donskum embætismonnum av donsku grundlógini.
Hendan avtalan er ein avtala ímillum Danmark og Grønland. Tískil hevur hon onki við Føroyar at gera.
Tað er rætt, at Løgmaður hevur samráðst við danir um eina yvirtøkulóg og um uttanríkispolitiskar heimildir. Men vit hava onga avtalu gjørt enn.
Grønlendingar hava samtykt avtaluna um uttanríkispolitiskar heimildir. Júst teirri, sum er viðgjørd í fjølmiðlunum her heima. Men vit í Føroyum eru ikki nøgd við grønlendsku loysnina, og tí samráðast vit víðari. Vit vilja hava eina betri avtalu.
Sostatt eru útsagnirnar í fjølmiðlunum gjørdar undir skeivum fortreytum.
Vit samráðast framvegis, og fara at brúka okkara fólkatingsumboðan til at fáa eitt gott samskifti í lag við danir um skilabetri loysnir.










