Grundlógarnevndina kunningarferð til Talibanstýrið í Afghanistan

- har byggja tey eisini á Abbasa farnu ideologi!

 

Regin Eikhólm



Víðgongda loysingarrørslan í Føroyum hevur til tíðir skundað undir tíðarhóskandi broytingar í okkara samfelag, og tøkk fáið tey fyri tað, men hesi seinastu árini er tað mest nationalromantiskt afturhaldni, sum sermerkir rørsluna. Í ávísum førum eins stagnerað og talibanstýrið hvørs sannføring hvílir á Abbasa farnu ideologi.

Tað er sum um, at ert tú fødd/ur inni í nationalromantisktu rørsluna, nýtist tær als ikki at hava nakra sjálvstøðuga meining, tí tú arvar Abbasa og Babbasa. Ríkisfelagsskapurin, sum f?. hevur skapt, skal bert útnyttast og mergsúgvast, og tá hann er trároyndur verður farið undir at skuldseta, brigsla og ákæra sama fyri líkt og ólíkt. Um hetta er eitt genetiskt fyribrygdi (íløgulyndi) ella bert eitt umhvørvis treytað árin, kundu kanska blóroyndir hjálpt okkum við at funnið út av.

Tað tykist løgið og ørkymlandið at ?frælsisgongd? føroyinga skal gróðursetast og mennast út frá útspilling av Danmark, sum hóast alt er og hevur verið tann mest gevandi partinum í ríkisfelagsskapinum bæði mentunarliga og fíggjarliga. Sjálvt okkara tvey binds móðurmálsorðabók frá 1998 hevur Carlbergfondet sum annan av høvuðsstuðlunum.

Nationalromantiski dreymurin um gamla ?frælsa? stórbóndasamfelagið hoyrir til eina farna tíð! Nú er tað fólkið, sum er frælst og fer har sum tey trívast best. Ídnaðarsamfelagið gav teimum ognar-leysu frælsi. Hetta persónliga frælsið var ikki fremjandi fyri smáu útoyggjasamfeløgini, har bílig arbeiðsmegi var ein treyt fyri raksturin av stóru bóndagørðunum v.m.

Persónligt frælsi byggir á fólksins vilja og ikki á hissini politisk lokabrøgd eins og núverandi framskundaða politiska loysingarprocessin ger.


?Håbet fra Hoyvík?

Skulu smáu útjaðarasamfeløgini klára at binda fólk til sín aftur, mugu tey hava útjaðarastuðul / blokkstuðul frá landinum, men sambært Landsstýrinum so avlagar stuðulin kappingarførið. Eftir er bert ?mikrostats-teoriin? hjá loysingar-ministarinum, so hví ikki royna hana í praksis. Vit hava gott pláss á fleiri av okkara útoyggjum, og helst høvdu diciplarnir staðið í kø, fyri at sloppið at verið við til at realiserað hugsan meistarans.

?Det var så dejligt ude på landet? skrivar H.C. Andersen, sum sjálvur búði í høvuðsstaðnum, eins og stórur partur av okkara víðgongdu nationalromantisku ævintýrarum ger tað.

Í Nyrup hava vit møtt einum vinarliga sinnaðum altjóða statsmanni, hvørs javnlíka vit tíverri enn ikki eiga. At Nyrup stóð og stendur við sítt orð passar ikki til leistin hjá loysingarministaranum, sum annars hevði fyrireikað henda leistin í áravís. Hinvegin er støðufestið hjá løgmanni og varaløgmanni ikki ólíkt eini streymtalvu, har neyðugt er at kenna klokkutíma og dagfesting! Drotturin má vita hvønn leist teir høvdu brúkt, um teir møttu einum ikki vinarligum statsmanni, tá ein vinarligur kann gera slíkan háva?

Víðgongdi national-ro-mantiski fullveldisdreymurin verður helst líka so frígerandi fyri persónliga frælsið í Føroyum, sum Talibanstýrið er fyri Afghanistan. Bæði byggja tey á romantiseraða einvegis ideologi har trúgvin og ikki realiteturin er avgerandi. Sambært donskum bløðum eitur føroyska vónin ?Håbet fra Hoyvík?.

Eins og hjá Talibanstýrinum skortar ikki uppá offurviljan hjá fullveldisætlanini tá vælferðin hjá Palliba og Marsannu skal ofrast, 20 til 25% niður í vælferð og færri útbúgvingarmøguleikar til tey fíggjarliga veiku í samfelagnum. Ríkisfelagsskapssømdirnar fella burtur og føroyingurin fær fremmanda status í Danmark.

Er hetta tað sum fólk ynskja, so átti grundlógarnevndin heldur at vitja Talibanstýrið í Afghanstan, og har fingið sjón fyri søgn, hvussu tað gongur tá Abbasa farna ideologi ókritiskt verður romantiserað og innførd.

Ynskja vit hinvegin at halda okkum til realitetirnar, so vil studiutúrurin til USA ? um enn óneyðugur og dýrur ? vísa, hvat ein vælrikin ríkisfelagsskapur kann menna seg til.