Poul Michelsen
løgtingsmaður
Uppskotið um at gera grundleggjandi stjórnarlóg fyri Føroyar er eitt skilagott og semjusøkjandi uppskot.
Tað hevur tikið løgmanni eitt ár at koma í løgtingið við uppskotinum um broytingar um grundlógarnevndina, og tað kann undra, at at so lítlar broytingar kunnu taka so langa tíð, men tað liggur eitt drúgt og semjusøkjandi arbeiði aftanfyri.
Uppskotið, sum nú liggur á borðinum, hevur somu orðingar sum uppskotið, sjálvstýrissamgongan legði fyri tingið og sum bleiv samtykt 8. mai 2003.
Lógin broytir tó navn og eitur nú lóg um stjórnarskipanarnevnd: Setningurin er tó tann sami, nevnliga at gera uppskot til grundleggjandi stjórnarlóg fyri Føroyar.
Í lidna uppskotinum skulu eins og áður vera ásetingar um stýrisskipan og valdsbýti, eins og grundleggjandi rættindi og skyldur hjá borgarunum bæði innan ríkisfelagsskapin og tá Føroyar fáa fulveldi.
Tó er tann parturin, sum snýr seg um at gera tilmæli um føroyska rættarskipan tikin burturúr og fluttur í serstaka nevnd, sum skal arbeiða samstundis.
Nevndin útgreinar sjálv arbeiðssetningin eftir tilmæli frá formanninum, men fer náturligt at grunda sítt arbeiði m.a. á tað tilfar, sum grundlógarnevndin higartil hevur gjørt.
Viðgerðin av uppskotinum um stjórnarskipanarnevnd í tinginum mikudagin vísti, at allir flokkar taka undir við at arbeiðið at gera eina nýggja grundleggjandi stjórnarlóg fyri Føroyar verður skipa eftir nýggja uppskotinum.
Hetta hevur eisini stóran týdning fyri sjálvt arbeiðið í nevndini - at vita sær, at eitt samt ting stendur aftanfyri, men størsta týdningin hevur tað tó, at allir føroyngar kunnu taka hesa nýggju stjórnarlóg til sín ? sum sína - uttan mun til um ein er sambands- ella sjálvstýrissinnaður.
Vónandi verður nýggja stjórnarlóg føroyinga liðug við árslok næsta ár soleiðis sum lógin fyriskrivar.










