Grundifundur í Kirkjubø

Roykstovan í Kirkjubø verður karmur hjá Føroya Fornminnisavni um sonevndan grundifund 8. til 11. September um fornminnini á miðaldar bispasætinum.

Fundurin tekur støði í Múrinum og teimum mongu áhugaverdu spurningunum, ið tengdir eru at hesi dómkirkjutoft. Fundurin verður fyriskipaður fyri at stimbra og eggja hugflognum fyri á tann hátt at stuðla tí framhaldandi varðveitingararbeiðinum. Seinnu árini hava mestsum allar kanningar tikið støði í at fáa lýst reint byggitekniskar spurningar – spurningar við atliti at konserverandi partinum av varðveitingararbeiðinum. Nú farið er undir tann mentanarsøguliga partin av arbeiðinum – herundir tær bygningafornfrøðiligu kanningarnar, ið farið varð undir seinasta summar - verður grundifundurin liður í hesum arbeiðinum.

Fundurin er tvørfakligur, har endamálið verður at definera nakrar vísindaligar aðalspurningar. Til tess eru innbodnir granskarar, ið kunnu verða við til at lýsa hesar spurningar so breitt, sum til ber. Luttakararnir fyrireika seg til eitt ávíst tema og hava eina styttri problematiserandi framløgu, og verður hetta tema síðan tikið upp til kjak og umrøðu, heldur enn at hava væl fyrireikaðar fyrilestrar um evnini, sum annars vanligt er.

Á dagsskránni eru 12 tema, og grundað á royndir í Noregi við slíkum fundum, vera í mesta lagi 15 fundarluttakarar. Innbodnu serfrøðingarnir eru umframt úr Føroyum úr Noregi, Danmark, Onglandi og Skotlandi.

At Roykstovan er vald at vera karmur um fundin, er, at tey ynskja betri tíð og umstøður í felag at kunna ganga til og frá kjakinum, eins og at kunna fara út um at kanna ávísu fornminnini, um og tá tørvur er á tí.

Eftir loknan fund verða framløgurnar um ávísu evnini skrivaðar til greinir, grundað á viðmerkingarnar frá kjakinum. Høvundarnir geva eisini ískoyti til ritstjórnan av greinunum hjá hvørjum øðrum. Ætlanin er, at tilfarið verður ein monografi – ein prentað útgáva - um dómkirkjutoftina og onnur fornminni á miðaldar bispasætinum. Eisini er hugsandi, at grund verður løgd undir tilfar til eina 3D rekonstruktión av kirkjurúminum.

Ein liður í fundinum er, at almenningurin fær høvi at kunna seg um tað, ið kjakast hevur verið um hesar dagarnar. Leygardagin 10. september, kl. 14-17, verður tí bjóðað til “opið hús” í Kirkjubø, har høvi verður at frætta um eldri og nýggjari sjónarmið um fornminnini á staðnum umframt at koma á tal við ymsu serfrøðingarnar.