Heiðurlønir
Mentanarvirðisløn Landsins verður latin føroyskum listafólki, sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Tann, sum fær virðislønina, skal hava skapað listarligt verk á høgum listarligum støði.
Hanus Kamban fær hesa virðisløn fyri skaldskap og fjøltáttað bókmentavirksemi.
Í grundgevingini fyri at lata Hanusi virðislønina, sigur nevndin, sum hevur latið landsstýrismanninum tilmæli:
"?at eyðkent fyri skaldskap Hanusar serstakliga í stuttsøgunum er ivin, tað ótrygga ? døpurhugin ? ofta í tilveruskiftunum millum barnaár, unglingaár og vaksnamannaár".
Nevndin vísir eisini á bókmentaligu ævisøguna um J. H. O. Djurhuus, "?ið hevjar seg upp í føroyskum bókmentum sum sjáldsamur dýrgripur". Aftrat hesum hevur Hanus Kamban við innliti sínum í fremmandan skaldskap verið føroyska skaldaheiminum dyggur í kjaki bókmentaliga, listaliga og mentanarliga.
Heiðursgáva Landsins, sum Ólavur Hátún fekk, verður latin einstaklingi, felag ella fyritøku sum tøkk og viðurkenning fyri at hava framt avrik, ið hava ella hava havt serstakan stóran týdning fyri føroyska list, mentan og mentanarlív.
Ólavur Hátún fær Heiðursgávu Landsins fyri sítt lívsstrev fyri føroyskum kórsangi og kórvirksemi.
Í grundgevingini sigur nevndin, "? at Ólavur hevur verið slóðbrótari og íbirtari og hevur áhaldandi lagt lunnar undir føroysku sangmentanina. Hann hevur breitt føroyskan kórsang, tónleik og skaldskap út um lond, og hevur somuleiðis givið føroyskum kórsangarum fjøltáttaðar og mennandi avbjóðingar ? og samstundis bjóðað áhoyrarum í Føroyum varandi mentanarligar upplivingar".










