Tónleikalívið í Føroyum misti leygardagin 26 august eina av sínum veruligu eldsálum, tá vestmenningurin Karl Anton Klein andaðist á sjúkrahúsinum í Glostrup.
Karl Anton hevur, síðan hann við bólkinum Plastnoist í 1993 trein inn aftur á føroyska tónleikapallin eftir fleiri ár í útlegd, verið ein tann sterkasta persónligheitin á hesum palli og ein sonn drívmegi í føroyskum tónleiki.
Í TUTL, á Margarinfabrikkini í Havn, í Musikkskúlanum og sum íðin viðmerkjari og sterk persónligheit, hevur Karl Anton spælt ein stóran leiklut í teirri menning føroyskur tónleikur er farin ígjøgnum hesi árini. Hann stovnaði enntá egið plátufelag fyri nøkrum árum síðan, Spren Rex, og gav út einastu veruligu føroysku undirgrundsfløguna Ampaljóð.
Karl Anton hevur serliga í virki sínum á Margarinfabrikkini í Havn, havt stóra ávirkan á tað nú so blómandi tónleikalívið í Havnini. Hann hevur við sínum líkatil verumáta verið ein hollur stuðul hjá bólkum, ið hava slitið sínar barnaskógvar í venjingarhølunum í Margarinfabrikkini. Hann hevur tikið nógvar av teimum bestu tónleikabólkunum á føroyska pallinum undir sínar veingir, og hevur vegleitt og lagt lag á, tá teir vandu.
Í Miðlahúsinum í Vágsbotni upplivdu vit eisini Karl Anton. Hann var tann fyrsti tónleikarin, ið setti seg í samband við okkum, tá vit fluttu í Vágsbotn, fyri at sleppa at spæla í hølum okkara.
Karl Anton skilti, at herðaklapp eru góð, men at klappa herðar tá einki var at klappa at, tað gjørdi hann ikki.
Men lívsverkið hjá Karl Antoni er vert at klapp at, tí velja vit í kvøld at geva Karl Antoni Planet Herðaklappi.