Grundarlagið undir okkara fiskiskapi

- Plantonvøkstur er grundarlagið undir allari framleiðslu av fiski á landgrunninum, men framleiðslan er ymisk, ár undan ári. Hetta merkist týðliga aftur í tilgongd og vøkstri av fiski og sjófugli, sigur Eilif Gaard, lívfrøðingur

Náttúra

Plantu-og djóralívið í sjónum er sera fjølbroytt, bæði í stødd og livimáta. Tær smæstu verurnar eru so smáar, at tær ikki síggjast við berum eygum, og tær størstu eru væl størri enn tær størstu á landi.
Á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni hevur Eilif Gaard, lívfrøðingur, eina áhugaverda grein um smáu verurnar í havinum, sum eru grundarlagið undir lívinum hjá fiski og fugli.

Fleiri liðir
- Smáu verurnar í sjónum, bæði plantur og djór, verða ofta bólkaðar undir felags heitið, "plankton". Plantuplankton rekur, har streymurin førir tað, og soleiðis er eisini við djóraplankton. Felags fyri flestu djóraplankton er, at tey ikki megna at svimja móti streyminum. Tey kunnu tó svimja so mikið, at tey kunnu gera av, á hvørjum dýpi tey skulu vera.
Eilif greiðir frá, at eins og á landi, hava vit eisini í sjónum føðiketur við fleiri liðum.
- Fyrsti liður er plantuplankton, og hetta eru evarska smáar plantur, sum sveima í sjónum, og sum við sólarljósinum sum orkukeldu gera ólívrunnin evni í sjónum um til lívrunnið tilfar. Plantuplankton er soleiðis føðigrundarlagið undir øllum djóralívinum í sjónum. Av tí, at plantuplankton fær orkuna úr sólarljósinum, er gróðurin næstan bert í ovastu 50-100 metrunum av sjónum. Longri niðri er oftast myrkt.
Lívfrøðingurin greiðir frá, at næsti liður í føðiketuni er djóraplankton, sum oftast eru smá krabbadjór ella í høvuðsheitum vatnloppur, ið eru umleið 1-3 millimetrar stórar.
- Tað kunnu eisini vera nakað størri verur av djóraplankton í sjónum, og tá er oftast talan um ein hóp, ið nevnist krill ella ljóskrabbi. Hesi krabbadjór eta plantuplankton og eru sjálvi av alstórum týdningi sum føði hjá fiski.

Stóran týdning
Hann sigur, at plantuplanktonið, sum ikki verður etið uppi í sjónum, søkkur niður á botn, har tað er føði hjá botndjórum.
- Av tí, at plankton hevur alstóran týdning fyri liviumstøðurnar hjá størru djórunum, eisini fiski, leggur Fiskirannsóknarstovan stóra orku í at kanna gróður og nøgdir av plankton og møguligar orsøkir til broytingar í stað og tíð. Eisini verður kannað, hvussu ymiska planktonið ávirkar fisk. Hetta arbeiðið verður gjørt bæði á víðum havi og á landgrunninum.
Eilif Gaard vísir á, at plantonvøkstur á landgrunninum er grundarlagið undir allari framleiðslu av fiski á landgrunninum.
- Hendan framleiðslan av plankton er sera ymisk ár undan ári, og hetta merkist týðiliga aftur í tilgongd og vøkstri av fiski, eins og sjófugli. Tí verður nógv arbeiði lagt í at fylgja við hesum broytingum og at skilja, hví árini eru so ymisk.

Fjarðakanningar
Í frágreiðingini hjá Eilifi Gaard, sum vit hava hugt at, greiðir lívfrøðingurin eisini frá fjarðakanningum.
- Firðirnir vórðu kannaðir eina ferð í 2004. Kanningar vóru á Kaldbaksfirði, Skálafirði, Funningsfirði og í Sundalagnum. Endamálið var serliga at kanna ávirkan frá lívrunnum tilfari á oxygeninnihaldið í sjónum og á viðurskiftini á botni.
Hesar kanningar vórðu gjørdar í samstarvi við Biofar Royndarstøðina í Kaldbak.
- Á Skálafirði var heilt lítið av oxygeni í djúpu pørtunum av fjørðinum. Allastaðni djúpari enn 50 metrar var oxygeninnihaldið minni enn 1 mg/l, og niðri við botnin kom nøgdin niður á 0,5 mg/l. Á hinum firðunum var nógv av oxygeni á øllum dýpum, sigur Eilif Gaard í frágreiðingini um plankton.