Herfyri kom fram, at arbeitt verður við at gera ein kvinnulista til býráðsvalið í Havn. Arbeitt hevur verið við hesum allatíðina, og seinasta fríggjakvøld skipaðu stigtakararnir fyri fundi, har tikið varð samanum. Eisini varð tosað um, hvussu skal farast fram í heyst.
Sum skilst var fitt av fólki møtt til fundin, og niðurstøðan var, at tað er grundarlag fyri at gera ein kvinnulista. Gjørt varð eisini av, at farast skal undir fyrireikingararbeiðið aftur umleið 20. august.