Grundað vón um Sandoyartunnil?

Eiga sandoyingar at hava eina grundaða vón um undirsjóvartunnil, spyr Páll á Reynatúgvu undirritaðu í bløðunum

Svarið er ja. Sandoyingar – og øll onnur, sum taka undir við einum undirsjóvartunli til Sandoynna – hava fingið greið lyfti um tunnilin, og er teirra vón tí grundað.

Men, um tey kunnu vænta at nakað hendir undir ABC-samgonguni, er meira enn ivasamt – hóast fagurt lyfti í samgonguskjalinum um at byrja at bora tunnilin í hesum valskeiðinum. Enn hevur samgongan ikki boðað frá, hvør veruliga ætlanin er við tunlinum, men tey flestu okkara hava ta fatan, at hann er lagdur á ís.

Páll á Reynatúgvu var sjálvur við til at gera eina semju millum CHE-flokkarnar um ein leist fyri Sandoyartunnilin. Higartil einasta realistiska ætlan fyri hendan undirsjóvartunnil, sum hevur sæð dagsins ljós.

Tíverri tók hin táverandi sandoyartingmaðurin ikki undir við semjuni. Í staðin gjørdi hann eitt øgiligt rumbul, meldaði seg úr CHE-samgonguni og mundi gera sítt til at forkoma bæði samgongu og ætlanini fyri tunlinum. Síðani hevur eingin ítøkilig og realistisk ætlan verið um Sandoyartunnilin.

Rætta adressan fyri spurningin um, hvørt sandoyingar eiga at hava eina grundaða vón um undirsjóvartunnil er landsstýriskvinnan í samferðslumálum. Landsstýrið skyldar bæði sandoyingum og okkum øllum eitt greitt svar: Hvør er ætlanin við Sandoyartunlinum?